Ein bilur var um 22-tíðina í gjárkvøldið raktur av einum eggi, tá hann kom koyrandi fram við Plantasjuna í Havn. Tíverri fyri bilføraran hevði hann síðurútin opnan, og fekk eggið á seg.
Funnið er fram til gerningsmannin, ein 14 ára gamlan drong, sum í spølni hevði tveitt egg eftir bilinum. Drongurin er ov ungur til at verða skuldsettur fyri brotsverkið.
- Men hóast drongurin er undir aldursmarkinum, so verður málið ikki slept her. Foreldrini skulu rokna við at fáa eitt krav um endurgjald fyri reingerð av bili og klæðum, sigur vakthavandi á politistøðini.
Fleiri ferðsluóhapp
Fleiri ferðsluóhapp vóru annars í gjár, tíbetur bert við smærri persónsskaða.
Á vegnum millum Funningsfjørð og Funning koyrdi ein bilur av vegnum og endaði á takinum. Óhappið hendi um hálvgun fimm tíðina seinnapartin. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri pínu í rygginum og snuddum í høvdinum. Eisini varð blóðroynd tikin, tí illgruni var um, at rúsdrekka møguliga hevur verið uppií.
Nakað fyri klokkan seks hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum Varðagøta/Sjúrðargøta við fyrrverandi Mimir í Havn, har ein bilur koyrdi út fyri eitt prutl. Ringt sýni og trupul ferðsluviðurskifti eru á júst hesum vegamóti.
Prutlførarin, ein 16 ára gamal drongur, varð fluttur á sjúkrahús til kanningar, men helst var bert talan um smávegis snuddir.
Í Sandavági rendu tveir bilar saman. Tað vil siga, at tað var bilurin, ið koyrdi aftanfyri, sum ikki helt nóg stóra fjarstøðu, tá bilurin frammanfyri minkaði um ferðina. Bert smávegis materiellur skaði stóðst av hesum óhappinum.
Talan var eisini bert um materiellan skaða, tá tveir bilar um 20-tíðina bóru saman við annan tunnilsmunnan í Árnafirði. Ein bilur, sum kom úr tunnlinum bar við ein annan, sum stóð uttanfyri og bíðaði eftir at sleppa ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald