
Løgreglan hevur higartil havt eini friðarlig jól, men nøkur mál vórðu niðurskirvaði eftir klokkan hálgvum trý í nátt.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Tað vísti seg eisini, at viðkomandi einki koyrikort hevði. Blóðroynd er tikin, síðani verður helst avhoyring skjótt, áðrenn skuldseting verður sett fram. Viðkomandi kann millum annað vænta bót, og síðani aðra revsing; tað fær millum annað ávirkan á, nær viðkomandi kann taka koyrikort/taka tað aftur - løgreglan upplýsur ikki, hvønn aldur viðkomandi hevur
Vakthavandi á løgreglustøðuni í Havn kundi eisini greiða frá einari støðu í nátt, har tað sá út til, at ein einsamallur bilførari hevði rent á ein garð í høvuðsstaðarøkinum, og at viðkomandi helst hevði stolið bilin, sum koyrt varð í. Nú verður hetta kannað nærri
Hesa tíðina eru fleiri livandi ljós enn vanligt, og tí er umráðandi at ansa eftir og syrgja fyri, at alt er heilt sløkt. Tað hevur eitt húski íhvussu er sannað tíðliga í morgun, og tað minnir vakthavandi á. Ein lítil eldur varð fráboðaður, har tað varð komið eldur í eitt jólaprýði - eina jóladekoratión - men tað eydnaðist teimum sjálvi at sløkja.
Les eisini: Forða fyri eldsbruna á jólum
Løgreglan kann í verandi løtu einki meira siga um ferðsluóhappi á Giljanesi jólaaftansnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald