2020-05-12 17:37
Beint eftir klokkan trý seinnapartin varð boðað frá, at ein bilur var farin á sjógv við Eystaru Bryggju í Havn.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini er ógreitt, hvat tað var sum hendi.
– Bilurin stóð á bryggjuni og fór síðani á rull. Helst hevur hondbremsan ikki tikið við, verður sagt.
Tað gekk skjótt at fáa bilin á land aftur. Eingin fólkaskaði var, tí eingin var í bilinum, men bilurin hevur helst fingið nakað av skaða.
Talan var um ein spildurnýggjan bil, og viðkomandi, sum hevði ábyrgdina av honum hevur fingið boð um hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald