Innanlands

Bilur rakti fótgangara á landsvegnum

Óhappið hendi um 23-tíðina í gjárkvøldið á landsvegnum við flogvøllin

2025-01-07 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 23 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent á ein persón, sum var til gongu á landsvegnum millum Hotel 62 Norð og flogvøllin í Vágum.

Hóast fráboðanin ljóðaði ógvuslig, so var tað kortini ikki so ógvusligt. Tað vísti seg, at bilurin hevði ‘nortið’ við mannin, sum var í myrkum klæðum og uttan endurskin.

Boð vóru send eftir sjúkrabili at hyggja upp á mannin, men skaðin vísti seg ikki at vera ógvusligur. Hann hevði fingið onkur smáskursl og var eymur í mjødnini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Talan var um eitt útlendskt ferðafólk, sum gisti á Hotel 62 Norð og skuldi víðari við flogfari av landinum í morgun. Hví hann var farin til gongu um 23 tíðina í gjárkvøldið sigur søgan einki um.

Løgreglan er ikki liðug at kanna málið, og enn er óvist, um tilburðurin fær avleiðingar fyri bilføraran.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder