2021-04-03 10:31

Løgreglan eftirlýsir í løtuni ein bil, sum varð stolin í Havn í nátt.
Talan er um ein reyðan Fiat 500 við nummarplátuni BL 702.
Løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir í løtuni, og vilja tey tí fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð bilin ella halda seg vita nakað um málið, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hevur tú sæð bilin, ber til at seta teg í samband við løgregluna á tlf. 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald