2021-04-14 21:02

Fyri løtu síðani, um 20.30-tíðina, fór sløkkiliðið í Havn í skundi niðan til Hvítanesar, har tað varð boðað frá, at eldur var í einum bili.
Men tá sløkkilið kom fram vísti tað seg, at talan ikki var um eldsbruna.
Tað var kølarin á bilinum, ið varð vorðin heitur, og tí streymaði eimur úr motorrúminum.
Ferðslan koyrir aftur til vanligt nú, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald