Innanlands

Bindifestivalurin útsettur til næsta ár

Verður 15. til 17. apríl 2021 ístaðin

2020-03-24 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrireikararnir av Bindifestivalinum í Fuglafirði hava nú tikið avgerð um, at ongin festivalur verður hildin í ár. Ætlandi skuldi Bindifestivalurin 2020 verða hildin í døgunum 23. til 25. apríl.

Í dag boðar festivalurin frá áheimasíðu sínu, at avgerð er tikin um at binda um heilan fingur, og tí er Bindifestivalurin fluttur til dagarnar 15. til 17. apríl 2021.

- Sum støðan er í løtuni, er tað ivasamt um Bindifestivalurin kann gjøgnumførast. Tí hava vit tikið avgerð um at binda um heilan fingur, fyri at øll, ið eru partar av festivalskránni eins og luttakarar, skulu kenna seg trygg.

Tey, sum hava keypt atgongd til festivalin í ár, verða av sær sjálvum flutt til Bindifestivalin 2021. Fyrireikararnir fara nú undir arbeiðið at ætlaðu tilboðini í ár eisini vera við á skránni fyri 2021. 

Eisini ber til at fáa peningin afturgoldnan. Sí nærri á heimasíðuni hjá Bindifestivalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder