2021-09-04 18:55

Fyrradagin hevði Birita Clementsen sín fyrsta arbeiðsdag sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Birita er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur hon fleiri eftirútbúgvingar. Millum annað hevur hon tikið diplomútbúgving í leiðslu.
Umframt hetta hevur Birita eisini drúgvar royndir sum leiðari í Almannaverkinum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald