2022-11-02 13:19
Vælumtóktu jólakonsertirnar “Bach í Kertuljósi” í Kirkjubø vóru vegna koronu avlýstar tvey tey seinastu jólini, og tað vóru mong hørm um, tí konsertin í gomlu Ólavskirkjuni er vorðin partur av jólahugnaðum hjá nógvum í Suðurstreymi.
Í ár verður konsertin aftur á skránni, hesaferð við tveimum av okkara bestu songkvinnum, Biritu Adele Davidsen og Biritu Poulsen sum solistum.
Konsertin verður mikukvøldið 7. december. Seinni í hesum mánaðinum kemur meira kunning um skrá og leikarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald