2023-11-22 12:59
Bjarni Hammer hóttir nú við at fara úr samgonguni, um arbeiðið at gera tunnil til Suðuroyar ikki fer í gongd.
Tað skrivar Dimmalætting á heimasíðuni í dag.
Javnaðartingmaðurin gjørdi í løgtinginum í gjár greitt, at kemur Suðuroyartunnilin ikki, fer hann at blokerað øll onnur mál.
Ein nevnd er sett at fyrireika arbeiðið at gera Suðuroyartunnil, og tað ljóðar, at tað fyrireikingararbeiðið hjá nevndini er við at vera liðugt.
– Vit skulu hava Suðuroyartunnilin, ella vera onnur mál ikki framd, soleiðis er tað bara, segði Bjarni Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald