Innanlands

Bjarni Poulsen er nýggjur gravari í Tórshavnar kommunu

Havnarmaðurin hevur sjey fólk afturat sær og skal umsita allar kirkjugarðarnar í høvuðsstaðnum og kommununi

2022-03-08 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mars, fyri júst einari viku síðani, varð Bjarni Poulsen settur sum nýggjur gravari í Tórshavnar kommunu.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

- At vera gravari í Tórshavnar kommunu er eitt serstakt álitisstarv. Gravarin hevur 7 fólk aftrat sær og umsitur allar kirkjugarðarnar í Havn og allar kirkjugarðarnar í bygdunum í kommununi.

Bjarni Poulsen hevur harvið ábyrgd av einum stórum økjum, og millum annað av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, sum í løtuni verður útbygdur.

Bjarni er kendur havnarmaður, uppvaksin úti á Reyni, og millum nógv annað er hann útbúgvin timburmeistari, skrivar torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder