Leygarkvøldið varð kórleikarin og tónleikarin Bjarni Restorff heiðraður við serliga gullheiðursmerkinum hjá Tórshavnar kommun. Hetta varð gjørt eftir stóru konsertina í Norðurlandahúsinum við Tórshavnar Manskóri og navnfræma svenska manskorinum Orphei Dränger, sum hevur vitjað í Føroyum um vikuskiftið.
Serliga gullheiðursmerkið hjá Tórshavnar kommunu kann latast borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur.
Bjarni Restorff, sum var við til at stovna Tórshavnar Manskór, og hevur stjórnað kórinum á óteljandi framførslum síðani, varð heiðraður fyri drúgvt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Bjarna Restorff gullheiðursmerkið eftir konsertina leygarkvøldið.
Í grundgevingini, sum nevndin, ið innstillar borgarar til hendan serliga heiður, hevur skrivað, stendur:
"Hoyrir tú Bjarna Restorff nevndan, hugsar tú tónleik. Og tú hugsar Tórshavnar Manskór.
Sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla og kórleiðari í mongum høpum, hevur hann verið eyðsýndur seinastu mongu árini. Bjarni Restorff hevur stjórnað mongum føroyskum kórum, millum annað felagskóri á ólavsøku og kórinum til árligu nýggjárskonsert Føroya Symfoniorkesturs.
Tó mann Tórshavnar Manskór – ið hann sjálvur stovnaði miðskeiðis í áttatiárunum – vera hansara lívsverk. Saman við Tórshavnar Manskóri hevur hann, ótroyttiligur, ríkað borgaran í Tórshavnar kommunu við ógloymandi framførslum og verið á uttanlandsferðum og vunnið heiðurslønir.
Sum tónaskald hevur hann skrivað fleiri verk fyri kór og óteljandi útsetingar fyri kór. Eisini hevur hann skrivað tónleik fyri orkestur – sum vit millum annað hoyrdu dømi um fyri fáum vikum síðan, tá hann við støði í tónleikaverki eftir Williami Heinesen hevði lagt til rættis ‘Norsku løvu’ fyri symfoniorkestur.
Fyri eyðmýkt og nærlagni, og fyri drúgt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Bjarni Restorff heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar býráðs."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald