Tað tyktist sum tey sóu ljóst upp á framtíðina, tey nógvu fólkini í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum vóru møtt til fundin á Reinsarínum í Tórsgøtu seinnapartin, har býráðsmeirilutin legði fram samstarvsætlanina fyri fýra ára skeiðið, ið júst er byrjað.
‘Ein rúmlig kommuna’ er heitið fyri skeiðið vit júst eru farin inn í.
Og tað var eisini ein ungur borgarstjóri sum oysti av sær av bjørtum ætlanum og framstigum, sum borgararnir fara at merkja í komandi árum.
Eftir at heilt stórar verkætlanir, sum havn, langhylur og innkomuvegur, eru ella eru um at vera komin undir land, skal ikki roknast við teimum heilt stóru verkætlanunum í hesum valskeiði.
Nú er tað trivnaðurin og vælferðin hjá borgarunum, sum sambært Elsu Berg, borgarstjóra, standa ovast á breddanum.
Skúli og røktarheim
Nú vit nevndu íløgurnar, so verður okkurt tó bygt í kommununi í hesum valskeiðinum, treyðugt so. Farið verður nú ígongd við at projektera ein nýggjan Hoyvíkar skúla. Verandi Hoyvíkar skúli er niðurslitin, og treingir til eina umfatandi dagføring.
Eisini eru ætlanir at byggja eitt nýtt røktarheim við røktarheimsíbúðum – nakað heilt nýtt í eldrarøktini. Hesin stovnur skal eisini liggja í Hoyvík. Eisini skal ein eldradepil fyrireikast í Kollafirði og á Argjum.
Guttormur í Skála og Heðin Mortensen
Livandi lestrarbýur
Samgonguskjalið, sum sæst her, inniheldur eina røð av átøkum.
Eitt fokusøki hjá nýggju samgonguni er býlisviðurskiftini í høvuðsstaðnum, har ætlanin er at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag beinanvegin, sum skal standa fyri at byggja íbúðir av ymsum slag til fólk í býnum. Eisini eru ætlanir at óbrúktir húsafermetrar skulu kunna brúkast til at hýsa fleiri fólkum, stendur at lesa í skjalinum.
Meirilutin ynskir eisini at Havnin skal verða ein livandi lestrarbýur. Tað skal vera lokkandi at lesa í Havn, so landið harvið í størri mun kann halda upp á ungdómin, ið vil nema sær eina útbúgving.
Útjaðarin skal við
Fólkini, sum umboða útjaðarabygdirnar í kommuni, hava eisini fingið síni fingramerki í samgonguskjalið, tí nú verður lovað, at fleiri íløgur skulu gerast í bygdunum. Eisini lovar meirilutin, at fólkið í bygdunum og oyggjunum skulu hava ‘atgongd til góðar tænastur’.
Fleiri útstykkingar skulu gerast í bygdunum, so tær verða 'kappingarførar við líknandi bygdir', og buss- og ferjusamband skal vera 'hóskandi'.
'Tórsgøta' sum skipar fyri mentanartiltøkum í býnum fær nú eisini álagt at skipa fyri tiltøkum úti í bygdunum.
Bergur Robert Dam Jensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk,...
... Anja Weyhe og Kristianna Winther Poulsen
Fleiri starvsfólk og matarskipan
Á dagstovnaøkinum skal tað gerast meira mennandi og spennandi, og hetta skal gerast við hægri játtan og starvsfólkum á dagstovnaøkinum.
Samgongan hevur eisini sett sær fyri at arbeiða fyri, at ein matarskipan, bæði fyri dagstovnar og skúlarnar.
Grønar ambisjónir
Á náttúru og umhvørvisøkinum fer kommunan nú – ikki óvæntað – at seta høg mál og hevur sett seg fyri at ganga á odda. Kommunan skal 'vera virkin leikari í grøna orkuskiftinum og hava náttúru- og umhvørvisfyrilit í øllum lutum'. Tí 'tað skal vera ómakaleyst hjá fólki og vinnu at velja grønar loysnir'.
Tí skulu borgarar í høvuðsstaðnum brynja seg til at skilja rusk í størri mun í ramtíðini. Ein skiljihøll skal byggjast, og skiljistøðir setast upp runt um í kommununi.
Bussleiðin skal eisini útbyggjast, fleiri túrar skulu vera um kvøldið. Bussarnir verða lagdir um til ravmagn, og fólk við el-bilum skulu hava góðar møguleikar at løða sínar bilar í nærumhvørvinum.
Elsa Berg, sum jú í fleiri ár hevur verið forsprákari fyri náttúruni, og hennara samgongufelagar hava eisini sett sær fyri at verja náttúruna og lívmargfeldið í størri mun, tá verkætlanir verða settar í verk. Ítøkiliga er eisini ætlanin at berja niður innræsin plantusløg, seta í verk átøk at týna rottu, skipa náttúrufriðað øki, stuðla og menna grønar loysnir umframt at skipa fyri árligu umhvørvisvikuni.
Tjóðleikhúsið í óvissuni
Á mentanarøkinum eru eisini fleiri ætlanir um at stimbra og stuðla skapandi list. Ítøkiliga verður býarsavn innrættað í Gamla Hospitali í Álakeri, heimið hjá heiðursborgaranum, Williami Heinesen undir Varða skal latast upp fyri almenninginum sum eitt spennandi savn og musikkskúlin skal umvælast.
Og so er tað Tjóðleikhúsið, hvørs staðseting á Bursatanga varð vrakað á seinasta býráðsfundi hjá undanfarna býráði.
Samgongan hevur sett sær fyri at finna eina staðseting sum skjótast, tí tjóðleikhúsið skal sjálvandi vera í høvuðsstaðnum. Men Elsa Berg vil enn einki siga um, hvar tað verður. Málið skal kannast gjølla fyrst. Hon vil heldur ikki avvísa møguleikanum fyri, at staðsetingin kortini verður á Bursatanga. Tað fáa vit at síggja, sigur borarstjórin.
Les eisini: Ein rúmlig kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald