2025-10-11 14:09

Fólkakæri vísusangarin, Hanus Gærdum Johansen, best kendur sum Hanus G, andaðist í nátt, 75 ára gamal.
Tað skrivar Norðlýsið.
Hanus G varð føddur í Klaksvík 18. juni 1950.
Hanus var fyrst og fremst kendur sum tónasmiðjur og vísusangari, og gav hann nógvan tónleik út gjøgnum árini. M.a. er hann vorðin kendur fyri at tulka yrkingar hjá m.a. Pól F.
Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
Hanus fekk fleiri heiðurslønir fyri sítt tónleikaliga avrik. M.a. fekk hann Mentanarvirðisløn landsins í 2020, og í 2024 fekk hann "Ársins tónleikaheiður" á FMA.
Dagførd kl. 14.19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald