2023-02-10 19:13
Sunnudagin 12. februar klokkan 15 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi.
Eftir ein koronastøðg seinastu 2 árini, er Bygdarhúsið aftur til reiðar við árliga sólarkaffinum.
Á skránni hesaferð kann nevnast, at Bárður á Lakjuni kemur at framføra nøkur løg. Lávusarhús luttekur við teirra vørum. Sum vanligt verður eitt elduvíkskrov lutað burtur, og atgongugjaldið til Sólarkaffi verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.
Øll eru vælkomin at koma við køkum til sólarkaffi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald