Leygardagin 22. juli verður hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at verkætlanin Havnará er liðug.
Tiltakið byrjar klokkan 10 við framsýning í Snarskivuni, har Lív Arge Simonsen vísur gamlar myndir av Havnará og umhvørvinum kring ánna. Eisini verður tónleikur, røður og morgunmatarborð.
Skráin fyri hátíðarhaldið er henda:
Kl. 10:00
Framsýning hjá Lív Arge Simonsen við gomlum myndum av Havnará letur upp í Snarskivuni.
Kl. 10:45
Havnar Hornorkestur spælir við Havnará
Kl. 11:00
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu
Kl. 11:10
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og teknisku nevnd, heldur røðu
Kl. 11:20
Sigtór Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, heldur røðu
Kl. 11:25
Snórurin verður kliptur á brúnni
Kl. 11:30
Havnar Hornorkestur spælir Havnar Marsjurin
Kl. 11:35
Morgunmatarborð og okkurt leskiligt til børnini
Kl. 11:35
Kim Hansen og Jens Marni Hansen við bólki spæla á pallinum framman fyri Ráðhúsinum
Til tess at fyrireika hátíðarhaldið verður parkeringsplássið á Vaglinum stongt fríggjakvøldið, meðan gongugøtan frá Sverrisgøtu og oman á Vaglið verður stongd tíðliga leygarmorgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald