Næsti veljarafundurin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, verður hildin uttandura – við hondspritti og andlitsmaskum.
Hesum boðaðu starvsfólk hjá Trump frá í nátt.
Talan er um eina stóra broyting í mun til seinasta fundin, sum varð hildin innandura við ongari áheitan um andlitsmaskur ella frástøðu.
Næsti veljarafundurin verður í New Hampshire 11. juli, og hetta verður næsti veljarafundurin hjá Trump síðan koronasmittan breyt út.
Fyrsti veljarafundurin varð hildin í býnum Tulsa í statinum Oklahoma, og uppmøtingin var nógv minni enn forsetin og ráðgevar hansara høvdu væntað.
Eftir fundin var Trump fyri nógvum atfinningum, tí at hann savnaði túsundatals fólk í einum høli, meðan koronasmittan herjaði. Síðan tá hava fleiri starvsfólk hjá honum eisini fingið staðfest korona.
Talið á smittutilburðum er eisini farið at økast í USA, og tað er orsakað av hesum, at fólk kunnu fáa hondspritt og maskur á komandi valfundinum hjá Trump.
Veljarakanningar vísa, sambært Ritzau, at Donald Trump í løtuni er nakað aftanfyri Joe Biden, ið er mest sannlíka valevnið hjá demokratunum á forsetavalinum 3. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald