
Eftirspurningurin at seta búgv í Nes kommunu er vaksandi, og fyri at lofta hesum eftirpurninginum hevur kommunan nú ætlanir um at byggja íbúðir ella raðhús undir Nesinum.
Økið er partur av matr. nr. 267e, sum kommunan eigur, og er tað góðar 2.000 fermetrar til støddar.
– Fyri at fáa fjøltáttaða bygging verður økið bjóðað út til íbúðar- ella raðhúsabygging. Hetta er samsvarandi heildarætlanini, har fyrsta strekkið á nýggja vegnum eru sethús niðanfyri og eitt nú íbúðir og raðhús hinumegin vegin, skrivar kommunan.
Áhugaði kunnu venda sær til kommununa fyri at fáa nærri upplýsingar um ætlanina.
(Mynd: Nes kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald