Greta Thunberg fær nú stuðul frá einum øðrum heimskendum svia, Björn Ulvaeus, sum er kendur úr ABBA.
Í sjónbandaupptøku, sum miðilin Irish Times hevur deilt, samanber hann m.a. Gretu við Pippi úr bókunum hjá svenska rithøvundanum, Astrid Lindgren.
- Hon hevur supermegi. Eg haldi, Astrid Lindgren hevði dámt Gretu, sigur Björn Ulvaeus.
Eitt skelti, ið ímyndar Gretu Thunberg sum Pippi í Stockholm (Mynd: EPA)
- Í einum heimi við nógvum influencarum og realitystjørnum er Greta eitt vælsignilisi sum fyrimynd.
Björn Ulvaeus heldur, at sjálvt tey, ið eru ósamd við henni viðvíkjandi veðurlagnum mugu vera hugtikin av hennara dirvi og styrki, og undirstrikar hann, at tað er eitt stórt bragd at skapa eina so stóra fólkarørslu uppá minni enn eitt ár.
- Trýstið frá milliónum av ungum fólkum, sum vit føla nú, var har ikki fyrr. Vit vita ikki rættiliga, hvat tað fer at enda við. Vit vita bert, at úrslitið verður nakað, sum ongantíð var hent, um Greta Thunberg ikki hevði tikið avgerð um at mótmæla uttanfyri svenska ríkisdegnum fyri einum ári síðani, sigur Björn Ulvaeus.
Les eisini: Greta Thunberg: - Hvat billa tit tykkum inn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald