Mentan

Blachman og Ankerstjerne taka sær av føroyingunum

Blachman fær ábyrgdina av teimum yvir 23 ár, og Ankerstjerne av teimum ungu. Teir báðir skulu taka støðu til um Rut og Dánjal sleppa at royna seg í 5 Chair Challenge

Rut Brend (Skíggjamynd: TV2)

Rut Brend (Skíggjamynd: TV2)

2019-01-18 20:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upptøkuroyndirnar í X Factor eru nú lidnar, og næsta fríggjavkvøld verður sonevnda 5 Chair Challenge á skránni.

Dómararnir og hyggararnir fingu í kvøld at vita hvør fær ábyrgdina av hvørjum bólkum. Tað verður Ankerstjerne, sum fer at taka sær av teimum ungu meðan Blachman hevur ábyrgdina av teimum eldri enn 23 ár.

Oh Land fekk bólkarnar.

Tveir føroyingar eru við í X Factor í ár. 20 ára gamli Dánjal Lisberg var við í fyrstu sendingini, og sang seg flott víðari meðan 25 ára gamla Rut Brend var til upptøkuroynd í sendingini síðsta fríggjadag, og kom víðari við at syngja føroyskt.

Tað eru bara nøkur heilt fá av øllum teimum, sum eru send víðari, sum fáa møguleikan at luttaka í 5 Chair Challenge og harfrá tryggja sær víðari luttøku í sendingini. Um Rut og Dánjal koma víðari fer at vísa seg næsta fríggjadag.

Sí eisini:

Video: Føroyskt bjargaði Rut - dómararnir gjørdust trøllabundnir

Video: Dánjal Lisberg sang seg víðari í X Factor

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder