2024-11-27 09:47
Nú stundar til stóra útsøludagin Black Friday, síggjast nógvar lýsingar við tilboðum uppá alt frá telefonum til klæðir, búnýti, skógvar o.a, og í hesum sambandi kemur Brúkaraumboðið við góðum ráðum og eina áheitan um at seta seg væl inn í reglurnar um marknaðarføring.
Tá marknaðarført verður við "útsølu", "tilboð", "Black Friday prísur" ella líknandi, er týdningarmikið, at prísurin veruliga er lækkaður, og at gamli fasti prísurin er upplýstur, minnir Brúkaraumboðið m.a. á. Les meira her.
Í stuttum eru ráðini til brúkaran:
- Kanna um vøran veruliga er niðursett – hvussu nógv er at spara?
- Er vøran møguliga bíligari í einum øðrum handli/nethandli?
- Um tú keypir bil, møblar ella líknandi og í tí sambandi tekur lán – kanna samlaðar kredittútreiðslur
og ráðini til vinnurekandi:
- Minst til at upplýsa undanprísin á vøruni
Undanprísurin skal vera brúktur í rúma tíð áðrenn tilboðið byrjar - Væntast at sølan av eini vøru verður stór, tí tilboðið er so mikið gott, minst so til at upplýsa um tað er avmarkað nøgd
- Eru tíggju ella minni eintøk eftir av eini vøru, minst so til, at upplýsa talið á eintøkum, ið eru sett til sølu
- Tað skal vera heilt greitt fyri brúkaran, um vøran verður seld fyri niðursettan prís ella um tað bert verður lýst fyri vøruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald