Innanlands

Blákrossheimið bjóðar viðgerð yvir netið og telefon

Viðgerðarstovnurin tekur ikki ímóti nýggjum búfólkum orsaka av COVID-19, men vil hjálpa á tann hátt, ið er møguligur í løtuni

Tilboðið er galdandi fyri tey við rústrupulleikum og avvarandi teirra (Mynd: Blái Krossur Føroya)

Tilboðið er galdandi fyri tey við rústrupulleikum og avvarandi teirra (Mynd: Blái Krossur Føroya)

2020-03-25 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og nógvir aðrir stovnar, so hevur COVID-19 virusið ávirkað virksemið á
Blákrossheiminum.

Viðgerðarstovnurin fylgir tilmælunum frá myndugleikunum og tekur tí ikki
ímóti nýggjum búfólkum undir núverandi umstøðum.

Blái Krossur skrivar, at tíðin og umstøðurnar, ið eru í løtuni, við sóttarhaldi,
smittuvanda og sjúku elva sannlíkt til strongd og aðrar kenslur, sum kunnu vera tungar at handfara hjá teimum, sum stríðast við rústrupulleikar.

Hetta kann tí vera ein trupul tíð, og tí fer Blákrossheimið nú at bjóða samtalur yvir netið og telefon. Hetta viðgerðartilboð er galdandi bæði fyri tey, sum hava ein rústrupulleika og fyri teirra avvarðandi.

Hetta tilboðið fer at varða so leingi, sum COVID-19 tilbúgvingin stendur við.
Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, heldur eisini áfram við sínum virksemi yvir netið, boðar Blái Krossur frá.

Á Blákrossheiminum arbeiða sálarfrøðingar, sálarviðgerar og onnur, sum eru køn og roynd innan rúsviðgerð og samtalur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder