Mánadagin fer Blákrossheimið at taka ímóti fyrstu búfólkunum síðan koronakreppan byrjaði. Meðan koronatilbúgvingin hevur verið seinastu vikurnar hevur okkurt av virkseminum hjá Blákrossheiminum flutt seg út á netið. Nógv hava tikið av tilboðinum um ambulantar terapeutiskar samtalur yvir netið. Eftirviðgerðarsamtalur gjørdar eftir sama leisti. Tey sum vóru í viðgerð á Blákrossheiminum tá tilbúgvingin byrjaði, hava hildið áfram í viðgerðini.
Tey, sum eru í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv á Blákrossheiminum, fáa hvørja viku familjusamrøður. Nú er eisini opnað fyri, at familjulimir kunnu koma inn til hesar samrøðurnar.
Eftirviðgerðarfundirnir, sum eru mánakvøld á Blákrossheiminum og hóskvøld í Skjólinum í Havn, byrja aftur ávíkavist 11. og 14. mai.
Opnu fundirnir á Blákrossheiminum týs- og hósmorgun eru enn avlýstir.
Framleiðsla er eisini byrjað av Datvarpinum, einum podvarpi, sum snýr seg um førleikamenning í sálarfrøðiliga háttalagnum, Blákrossheimið brúkar, nevnliga dialektiskari atferðarterapi (stytt DAT). Datvarpið er bæði ætlað teimum, sum hava tilknýti til viðgerðina á Blákrossheiminum og annars øllum, sum hava áhuga í DAT og ynskja sær betri sálarheilsu.
Nú tikið verður ímóti nýggjum búfólkum og vanliga virksemið so smátt byrjar aftur, fer tilboðið um ambulantar samtalur at steðga. Eftirviðgerðarsamtalurnar á netinum halda tó fram fyribils.
Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, er eisini flutt á netið í stóran mun. Bæði staksamtalur og bólkaundirvísingar eru farnar fram online. Nú verður so líðandi opnað fyri vanliga DAT ung virkseminum í Kongagøtu 8 í Havn. Tey, sum luttaka í ungdómsviðgerðini, fáa at vita um hesar broytingar frá teirra terapeutum.
Undir vanligum umstøðum kunnu fólk, sum eru á Blákrossheiminum fáa vitjan. Hetta varð steðga í samband við koronatilbúgvingina. Tað er framvegis galdandi.
Reinførið og frástøða verða framvegis raðfest høgt fyri at fyribyrgja smittubreiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald