Nýggi jólasangurin, sum Blandað Jóladrops nú geva út, er tó ikki heilt so nýggjur.
Lærarin Dagfinn Olsen skrivaði hann og gjørdi lag fyri fleiri árum síðani, og hevur sangurin verið framførdur til onkra jólaframførslu í Vágs skúla áður - annars hevur hann savnað dust í nøkur ár.
- Nú helt leiðslan í skúlanum í Vági, at rættast var at geva hendan sangin út eisini, tí Vágs skúli hevur áður givið tónleik út. Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani, tá fløguútgávan Blandað Drops kom út.
Soleiðis skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi fyrrapartin.
Trupulleikin var tann, at langt var útligið, og bert nakrar fáar vikur eftir til jóla. Og tað vísti seg eisini at vera trupult, tí øll hava nógv um oyruni í hesum døgum.
Men eftir at hava spurt seg fyri, fekst góð hjálp við ætlanini frá dugnaligum tónleikarum, sum annars hava úr at gera, nú jólini nærkast. Og í Vágs skúla eru tey ovfarin og takksom fyri góðu, serkønu hjálpina.
Tað tók bert eini 10 dagar frá hugskoti, til endaliga úrslitið nú er klárt, og nú er sangurin Stjørnan Lýsti tøkur á netinum.
Magni Husgaard tók upp, spældi tangentar og onnur ljóðføri og ljóðblandaði.
Hans Petur í Brekkunum spældi saxofon. Kim Hansen tók upp og sang mongu kórrøddirnar.
Tróndur Enni tók sang upp, og Ingun Háberg hevði kórleiðsluna.
Dagfinn Olsen gjørdi orð og lag, spældi bass, og Finnur Hansen stóð fyri mastering.
Børn í Innskúlingini og í barnakóri í Vágs skúla syngja. Til ber at hoyra sangin ovast í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald