Mentan

Blandað summarframsýning í Steinprenti

Sýnir fram verk eftir listafólkum, ið hava arbeitt á verkstaðnum hetta farna árið

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

2023-06-28 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins siðbundna summarframsýning í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, fevnir sum vant um dygdargóðu listafólkini, ið hava arbeitt prentverkstaðinum hetta farna árið.

Úr ymsum hornum í norðanlondum og her heima, hava vit fingið vitjan, ið hevur borið við sær nýggj sjónarmið, íblástur og ikki minst stimbrandi eldhugan hjá listafólkunum, , sum ger verkstaðin til eitt livandi arbeiðsumhvørvi.

Millum hesi listafólk er Anna Seppälä úr Finnlandi, sum síðan 1998 á ymsan hátt, hevur ríkað føroyska listapallin við litfagra og ekspressiva blómuheimi sínum.

Dansk/norska Nina Kleivan vitjaði fyri fyrstu ferð á Steinprenti, og legði fyri eitt spennandi nýtt samstarv og tær avbjóðingar, ið fylgja við.

Eisini Julie Sass hevur í mong ár eftirhondini gjørt seg sjónligan í Føroyum, har hon fleiri ferð er vend aftur at framsýna í Steinprenti, á Listasavn Føroya og nýligani í Víngarðinum.

Hanni Bjartalíð, ið herfyri fekk trý ára starvsløn úr Mentanargrunni Landsins, fyri síni framúrskarandi listarligu avrik, er komin við nýggjum træðrelieffum úr Helsinki, har hann er búsettur.

Matstovan ROKS, ið lat upp fyrraárið, varð prýdd frá loft til kjallara við verkum eftir Tóroddi Poulsen. Í hesum sambandi hevur hann seinastu tíðina gjørt eina røð av steinprentum, í tráð við hetta konseptið.

Fríða Matras Brekku, ið var við til at seta smiðjuna á stovn í sínari tíð, og Louise Aakerman Nielsen, sum eisini arbeiðir í Steinprenti, eru báðar grafikarar, við drúgvum royndum innan ymsar arbeiðsháttir.

Við á framsýningini eru eisini nýggj steinprent hjá Rannvá Kunoy, ein listakvinna ið alvorliga hevur gjørt vart við seg í altjóða listaheiminum. Undurfulla litevni hon nýtir til málningar sínar, hava vit í fleiri ár gjørt royndir við í litografsku mannagongdini, hvørs fyrstu úrslit nú eru at síggja.

Framsýningin er at síggja bæði í framsýningarhølinum og í steinprentsmiðjuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder