2023-11-21 12:57

Seinastu 20 árini hevur Stranda sjónleikarafelag nærum ligið stilt, men nú er ætlanin at vekja felagið til lívs aftur.
Í hesum sambandi verður boðið til fundar í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 23. november klokkan 20.
Á fundinum verður greitt frá ætlanunum hjá felagnum, og eisini luttekur Noomi Reinert, sum er ein av eldsálunum aftanfyri sjónleikavirksemið í Losjuni í Gøtu, skrivar Sjóvar kommuna.
Fundurin er almennur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald