Innanlands

Bleiv tikin av hvirlu og endaði á sjónum

Ein fólkaskaði var í nógva vindinum fyrrapartin í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-06 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur fingið fráboðan um ein fólkaskaða í nógva vindinum sum var í gjár. Tað var ein maður sum var farin at tryggja ymiskt tilfar, sum varð tikin av einari hvirlu, var siftur í ein garð og endaði á sjónum, sigur løgreglan.

Hetta hendi í Lopra áðrenn klokkan 10 hósdagin. Maðurin var koyrdur á sjúkrahúsið.

Kannað verður, um hetta kemur undir arbeiðsóhapp ella ikki.

Annars fekk løgreglan nógvar fráboðanir um eitthvørt. Einar 70, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun. Umframt tað vóru øll tey, sum ringdu beinleiðis til sløkkiliðini og tey sum meldaðu skaðar hjá tryggingarfeløgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder