Myndlist verður til tónleik á konsertini við blinda kontrabassleikaranum, Richard Andersson, sum verður í Norðurlandahúsinum, 29. oktober kl. 15.
– Eg eri blindur og havi verið blindur longur enn helvtina av lívinum. Tey fyrstu árini aftaná at eg varð vorðin blindur, mintist eg andlitini á mínum kæru og litir, og eg sá myndir, upplivingar og støður fyri mær. Men hesar myndir eru við tíðini kámaðar, og spakuliga er ein broyting farin fram. Nú eru litir vorðnir til ljóð, skap til rútmur og minni eru vorðin til tónleik.
Hetta sigur Richard Andersson, sum gjørdist blindur sum 14 ára gamal aftaná eitt óhapp við fýrverki. Hóast hann er blindur, tekur hann støði í nøkrum sjónligum á konsertini í Norðurlandahúsinum; hann tulkar myndlist til tónleik við sínum ljóðføri - myndir, sum hann ikki sjálvur hevur sæð, men sum onnur hava greitt honum frá. Tað var hetta sama, sum hann gjørdi á fyrstu soloplátu sínari, U·Synlig, sum kom út í 2022. Hann fekk fólk at lýsa myndir fyri sær - frá miðaldar kálkmálningum til klassiskar málningar og nýmótans innsetingarlist. Hann skrivar tónleik út frá, hvussu hann upplivir og tulkar myndirnar. Tíggju listaverk eru vorðin til 10 tónlistaverk til kontrabass.
Á konsertini 29. oktobur verða hesi tónlistaverkini framførd, og Richard Andersson fer at greiða frá gongdini við arbeiðinum, og hvussu útgávan, U·Synlig, varð til. Harumframt fáa áhoyrararnir sjálvir møguleika at síggja, hvussu hann arbeiðir. Tí ymsastaðni í Klingruni eru listaverk hongd upp til áhoyrarnar at lýsa fyri Richard Andersson, sum so fer at tulka sína fatan av lýsingunum til tónleik.
Richard Anderson spælir kontrabass og skrivar tónleik, og er eitt kent navn í danska jazzumhvørvinum. Hann hevur danskar, íslendskar og føroyskar røtur og býr í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald