2024-11-24 17:20
Løgreglan hevur seinastu løtuna fingið fleiri fráboðanir um hálku. Tað er serliga í Suðurstreymoy og í Havn, at fráboðanir eru um hetta og onkur samanstoytur hevur eisini verið.
Hetta eisini sjálvt um góð dekk eru undir bilinum.
Heitt verður á fólk bæði í bili og til gongu um at ansa sær í hálkuni.
Landsverk sigur, at tað framhaldandi ikki er koyrandi til Gjáar, og á Vestmannavegnum er jarðrok og vánalig koyrilíkindi.
Heitt verður á bilførarar um at vísa stórt varsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald