Innanlands

Blóðug heilsan í Klaksvík

Hvalakúla hekk á húkinum í morgun

(Mynd: Gunnrið Joensen)

(Mynd: Gunnrið Joensen)

2021-04-29 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk, sum komu koyrandi móti rundkoyringini í Borðoyarvík í Klaksvík í morgun fingu eina blóðuga heilsan á vegnum.

Onkur hevði hongt eina grindakúlu upp á agnhaldið á húkinum, sum stendur í rundkoyringini.

Kúlan er helst av lítlu grindini, sum varð hildin til norðan fyri byrgingina í Hvannasundi í gjár.

Grindin var lítil, 10 hvalir og 85 skinn, ið vórðu býtt í drápspartar.

[object Object](Mynd: Gunnrið Joensen)

[object Object]
(Mynd: Gunnrið Joensen)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder