Mentan

Blues aftur í Perluni leygarkvøldið

“BluesPerlan” hevur verið hildin síðan 2014

Christian Holbech á odda fyri Froðbiar Blues Orkestur, ein institutión í føroyskum tónleikalívi

Christian Holbech á odda fyri Froðbiar Blues Orkestur, ein institutión í føroyskum tónleikalívi

2023-03-30 11:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nógv ár – síðan 2014 – hava tveir menn sett fyrsta vikuskifti í apríl av til BluesPerluna á Reinsarínum í Havn.

Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava øll árini verið fyriskiparar, og er BluesPerlan eitt tiltak sum er drivið av áhuga fyri og alski til bluestónleikin. Hetta er einasta tiltakið á árinum sum er ognað bluestónleikinum burturav, og nógv eru tey frægu nøvn, bæði føroysk og útlendsk, sum hava myndað hendan lítla festivalin.

Eisini í ár er skráin spennandi:

Suðringarnir í Froðbiar Sóknar Bluesorkestur leggja út við sínum siðbundna bluesi og seta eina tjúkka striku undir, at teir eru ein instutitión í tónleikalívinum í Føroyum.

Teimum á baki kemur Uni Debess við sínum Tomcats, ein samanrenning sum nú í fleiri ár hevur víst, at føroyskur bluesur enn er sprelllivandi.

Tað útlendska navnið í ár eru The Downshifters (DK), ein bólkur sum við sínum vælútførda akkustiska bluesi er nógv at hoyra runt í Danmark. Hetta er siðbundin og vælsvingadi bluesur, og tónleikin rópa teir sjálvir ”beskidt, akustisk blues fra det østjyske floddelta”.

Síðst á pallin hetta kvøldið eru The Blues Stars.

Sangararnir Elin B. Heinesen, Árni Jóhannessarson, Jasmin Mote og Jens Marni Hansen stilla upp og geva, saman við húsaorkestrinum teirra egna boð uppá blues og hvussu hann kann ljóða – eitt sera spennandi og forkunnugt innslag.

BluesPerlan hevur øll árini verið væl vitjað og stemningurin er altíð í topp – eitt fjálgandi tiltak sum hevur stóran týdning, fyri bæði áhoyrarar og tónleikarar.

Bluestiltakið í Perluni byrjar klokkan 19 leygarkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder