2021-08-03 08:55

Tíðliga seinnapartin í gjár fekk MRCC fráboðan um, at ein bátur var uppsteðgaður inni á Kollafirði.
Rescue Lív var hjá Eivindi, sum fyrrapartin í gjár sigldi á flesjarnar, og varð arbeiðsbáturin hjá Lív, Rescue Eyð sendur at hjálpa.
Eyð sleipaði bátin yvir til bátaplássið í Kollafirði. Sambært Vørn tók sleipið ein góðan hálvan tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald