Innanlands

Boð eftir fjallabjargarunum í gjár

Tveir menn, sum ætlaðu niðan á Skælingsfjall í Streymoynni, høvdu gingið seg fastar – Bjargingin gekk tó skjótt og væl – Millum Fjarða var ein tikin fyri at koyra ov skjótt

Savnsmynd (Pól Sundskarð)

Savnsmynd (Pól Sundskarð)

2020-05-09 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna, tá tveir menn, sum ætlaðu niðan á Skælingsfjall í Streymoynni, høvdu gingið seg fastar.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um tveir føroyingar, sum vóru skjótir at ringja til løgregluna eftir hjálp, og vórðu fjallabjargarar boðsendir. Bjargingin gekk eisini skjótt og væl, og eydnaðist tað bjargarunum at fáa teir báðar upp á Trant.

– Hendingin var rættiliga ódramatisk. Vit fingu fráboðaðina klokkan 15.39, og klokkan 17.22 vórðu teir bjargaðir. Bjargararnir hava gjørt eitt virkuliga gott arbeiði.

Ferðamátingar í Eysturoynni

Løgreglan leggur afturat, at friðarligt hevur verið í nátt, og lítið av ferðslu hevur verið. Tó varð eitt mál skrivað, tá tey vóru úti við lasaranum og gjørdu ferðamátingar Millum Fjarða.

Ein varð tikin fyri at koyra ov skjótt – 105 km/t, og tað fær viðkomandi eitt klipp fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder