Innanlands

Boð eftir Lív í dag

Rescue Lív varð sendur at hjálpa einum báti, ið fekk maskintrupulleikar suður úr Mjóvanesi

(Mynd: Rescue Lív)

(Mynd: Rescue Lív)

2021-08-05 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vóru boð eftir bjargingarbátinum Rescue Lív at hjálpa einum báti, sum hevði maskintrupulleikar.

Báturin var staddur ein fjórðing suður úr Mjóvanesi, og verður hann sleipaður at bryggju á Argjum.

Rescue Lív skrivar á Facebook, at hesin túririn er síðsti túrur á seinastu vaktini hjá Jens Hansen, sum í dag gevst sum fastur partur av manningini á Rescue Lív.

– Hóast seinasta vaktin, so verður Jens kortini framvegis knýttur at bátinum - og tí eru vit takksom fyri, skrivar Rescue Lív.

[object Object]
(Mynd: Rescue Lív)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder