2020-05-11 15:41
Hóast komið er væl út í mai, vóru aftur boð eftir vetrarliðnum hjá Landsverki, sum mátti út um vikukiftið við vetrarakførunum at fyribyrgja hálku og rudda vegir, serliga í hæddini.
Tað er als ikki óvanligt, men kemur lutfalsliga ofta fyri, at kavi ella hálka legst heilt út í mai mánað. Eitt nú vóru menn og maskinur í 2013 so seint úti sum 23. mai, tá rættiliga nógvur kavi kom niður. Í 2002 var seinasti hálkudagur 12. mai, í 2012 18. mai, í 2015 8. mai og í fjør 11. mai, sigur Landsverk.
Yvirlit yvir fyrstu og seinastu hálkudagar frá ár 2000 og frameftir, umframt fleiri myndir frá arbeiðnum um vikuskiftið, síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald