2021-04-14 13:22

Í gjár varð tvær ferðir sent boð eftir bjargingarbáti at sleipa ein bát, sum hevði fingið maskintrupulleikar, skrivar Vørn.
Týsmorgunin stutt fyri klokkan níggju varð boð sent eftir Rescue Ziska, tá ein bátur hevði fingið trupulleikar í Djúpuni. Góðar tveir tímar seinni hevði Ziska sleipað bátin til Leirvíkar.
Stutt eftir klokkan 12 komu eisini boð úr Norðhavinum um, at ein útróðrarbátur tørvaði hjálp. Boð vórðu send eftir Rescue Vón at sleipa bátin, og um kvøldið vóru bátarnir komnir til Eiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald