- Boðini frá landstýrinum eru ov ógreið og samsvara ikki við boðini frá heilsumyndugleikunum. Tað skapar ótryggleika millum foreldur og starvsfólk í skúlum og á stovnum, sum nú lata upp aftur.
Soleiðis byrjar Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, eitt lesarabræv.
Hon vísir á, at útsagnir hjá tveimum yvirlæknum, Shahin Gaini í miðlunum og Bjarna á Steig á tíðindafundinum áðrenn páskir, eru í mótsøgn til, og hava sátt iva um, ætlanina hjá landstýrinum. Tað er eisini sambært tingkvinnuni ein trupulleiki, at ov nógv verður latið upp til tann einstaka at avgera í støðuni:
- Tá foreldur sjálv skulu gera av, um børnini fara aftur á stovn ella í skúla, kann tað seta fleiri í eina sera trupla støðu. Tey kunnu uppliva stúranir um børnini og smittuna, samstundis sum tey kunnu vera undir stórum trýsti frá arbeiðsgevarum, sum vænta tey aftur til arbeiðis sum skjótast,
Ingilín Didriksen Strøm hevur sett løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, ein skrivligan fyrispurning um støðuna. Hon vísir á, at námsfrøðingar alment hava undrast, og at at tørvur er at fáa greitt at vita, hví landsins myndugleikar velja at lata skúlar og barnagarðar upp í komandi viku, og hvussu skal berast at í tí sambandinum.
Les alt lesarabrævið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald