Mentan

Bókadeildin gevur seks bøkur út í ársins sætta bókaumfari

Millum annað er talan um myndprýddu útgávuna av Harry Potter og Føniksfylkingini og eina nýggja bók hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø, ið júst hava fingið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins 2022

2022-10-11 17:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeildin gevur út seks bøkur í ársins sætta bókaumfari. Millum annað myndprýddu útgávuna av Harry Potter og Føniksfylkingini og eina nýggja bók hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø. Tey bæði hava júst fingið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins 2022 fyri Abbi og eg og abbi. Nýggja bók teirra, Strikurnar, er ein góður uppfylgjari í røðini av barnabókum, sum viðgera trupul evni.

Míni fyrstu orð

[object Object]

Í hesi bókini finnur tú alt frá kelidjórum til akfør, kropp, mat, litir og tøl. Ein góð bók við fyrstu orðunum, sum barnið lærir. Litføgru myndirnar og forvitnisligu spurningarnir fáa barnið at hugsa og undrast. Breddarnir við myndum gera tað einfalt hjá barninum at blaða og finna sínar yndissíður.

Bókin er ein pappbók, 26 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0-1 ára gomul.


Eg bestemmi

[object Object]

Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr! Ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece. 

Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr svenskum. 

Bókin er innbundin, 40 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 2-4 ára gomul.


Strikurnar

[object Object]

Strikurnar er nýggj og hjartanemandi, føroysk barnabók um at missa ein abba. Myndirnar eru ótrúliga vakrar og fullar av ljósi og vón. 

- Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?

Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt. 

Bókin er innbundin, 34 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 5-7 ára gomul.


Elvin Griff 1 - Flýggjanin til heimsins enda

[object Object]

Elvin Griff er rýmdur frá einum loyniligum agentskúla, og nú er hann eftirlýstur. Tí má Elvin vekk. Langt vekk. Á vegnum møtir hann happarum, óndum vaksnum og Lýdiu, sum hevur síni egnu loyndarmál. Men eingin av teimum veit, at Elvin Griff   hevur nakrar heilt serligar eginleikar. 

Arne Svingen skrivaði, og Eivind Gulliksen myndprýddi. Hildigunn Niclasen týddi úr norskum. 

Bókin er heft, 116 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 8-10 ára gomul.


Elvin Griff 2 - Flýggjanin til tað tóma húsið

[object Object]

Loyniligi agenturin Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Agentarnir, sum jagstra Elvin, kunnu koma hvar sum helst – og nær sum helst. Lýdia og Elvin finna eitt slitið og oyðið hús, har tey kunnu krógva seg um náttina. Men hvørji eru hasi ljóðini, sum koma úr kjallaranum? 

Elvin og Lýdia eru komin í ta vandamiklastu støðuna, tey nakrantíð hava upplivað. Tey mugu stríðast ímóti farligum brotsmonnum, og tey mugu gera tað uttan at avdúka, hvørji tey veruliga eru. 

Arne Svingen skrivaði, og Eivind Gulliksen myndprýddi. Hildigunn Niclasen týddi úr norskum. 

Bókin er heft, 114 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 8-10 ára gomul.




Harry Potter og Føniksfylkingin - myndaprýdd 

[object Object]

Henda hugtakandi myndprýdda útgávan tvinnar saman listagávurnar hjá Jim Kay og Neil Packer og manar fram í sjón ymiskar støður og myndir av persónum eitt nú Tonks, Lunu Lovegood og  nógvum øðrum – meðan Føniksfylkingin   er á varðhaldi og vekir yvir fimta árinum  hjá Harry Potter í Hogwarts. 

Føniksfylkingin savnast í fedranna húsunum hjá Siriusi Black, einaferð glæsilig stórmanshús, men nú forarmað og illa farin. Stóra stríðið nærkast, og sum Lord Voldemort gerst sterkari, troka hansara tankar seg inn í svøvnin hjá Harry Potter, hótta hann í dreymum – og avdúka eina tráseting eftir máttmikla gandinum, sum er fjaldur langt inni í Gandamálaráðnum ... 

Í einum ári fylt við loynidómum og lokabrøgdum, verður hvør smálutur í skúlalívinum rannsakaður av  froskalíku Dolores Umbridge, stórinkvisitori, ið Gandamálaráðið hevur sett at sneyta eftir Dumbledore og  hansara víðagitna næmingi. Men dirvið veksur fram millum nakrar úrvaldar næmingar, ið gera av at seta á  stovn Vápnið hjá Dumbledore til tess at spilla spælið hjá Umbridge professara og venja seg í gandaverju, so  tey kunnu standa seg í bardaganum móti myrkursins maktum. 

J.K. Rowling hevur skrivað, og Jim Kay hevur myndprýtt saman við Neil Packer. Bergur Rasmussen hevur týtt  úr enskum. 

Bókin er innbundin, 566 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 11 ár og eldri.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder