”Sumt er satt. Annað er íspunnið við íblástri úr veruleikanum,” skrivar høvundurin á fyrstu síðu, og so byrjar ein livandi og ofta stuttlig frásøgn um veður og náttúru, sum øll kenna seg aftur í.
Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini.
Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna.
Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.
Veðursjúkan, ið altíð skundaði undir hansara sorgblíðu sinnisstøðu, er í ferð við at menna seg til veðurræðslu. Ræðslu fyri dómadegi.
Undir skallabeininum berjast tó ein ungur og ein eldri maður um valdið á honum. Tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er í líkasælari javnvág, skrivar Sprotin um bókina.
Uni Arge hevur í ár eisini skrivað bókina ”Ross og fólk” um 80 ára longu søguna hjá Føroya Ríðingarfelag. Hon varð løgd fram í Havnardali farna vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald