Innanlands

Bókin um Deanu løgd fram í Haldórsvík í annaðkvøld

Leivur Hansen hevur skrivað og hevur í morgin, mikudagin 23. november, klokkan 19 framløgu í Avhaldshúsinum. Bókin snýr seg um víkargentuna Deanu Jacobsen, sum í 1966 hvarv í Grønlandi

- Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv (Mynd: sunda.fo)

- Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv (Mynd: sunda.fo)

2022-11-22 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við samrøðum og skjølum, ið higartil hava verið í varðveitslu hjá landsskjalasøvnunum í Grønlandi og Føroyum og ongantíð eru almannakunngjørd áður, roynir høvundin at lýsa, hvat hendi áðrenn, undir og aftaná sorgarleikin í Grátufjørðinum, har Deana var kokkur hjá tveimum útróðrarbátum úr heimbygdini.

- Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv.

Soleiðis verður nýggja bókin hjá Leivi Hansen, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út, lýst.

Deana Jacobsen var 25-ára gomul, tá hon hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur.

Trúlovaði hennara var við øðrum bátinum, sum hon var kokkur hjá, og ætlanin var, at tey bæði skuldu giftast, tá tey komu heim aftur um heystið.

Í morgin fer Leivur Hansen at leggja bókina fram í Haldórsvík. Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at framløgan verður mikukvøldið 23. november klokkan 19 í Avhaldshúsinum í Haldórsvík.

Bókin "Deana - víkargentan, ið hvarv í Grønlandi og ikki sást aftur," er 120 síður. Føroyaprent hevur prentað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder