Mentan

Nýggj bók um víkargentuna, ið hvarv

Leivur Hansen hevur skrivað bókina um 25 ára gomlu Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966

2022-11-17 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj bók um 25 ára gomlu víkargentuna, Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur, er komin í bókabúðirnar.

Leivur Hansen hevur skrivað og Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út.

Við samrøðum og skjølum, ið higartil hava verið í varðveitslu hjá landsskjalasøvnunum í Grønlandi og Føroyum og ongantíð eru almannakunngjørd áður, roynir høvundurin at lýsa, hvat hendi áðrenn, undir og aftaná sorgarleikin í Grátufjørðinum, har Deana var kokkur hjá tveimum útróðrarbátum úr heimbygdini.

Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv.

Trúlovaði hennara var við øðrum bátinum, sum hon var kokkur hjá, og ætlanin var, at tey bæði skuldu giftast, tá tey komu heim aftur um heystið.

Bókin "Deana - víkargentan, ið hvarv í Grønlandi og ikki sást aftur," er prentað á Føroyaprenti. Hon er 118 síður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder