Mentan

Bókin um Robert komin út

Í dag er komin út nýggj bók, har Robert Mc.Birnie, sum mikudagin fyllir 80 ár, fortelur sína forvitnisligu og spennandi lívssøgu á yvir 300 blaðsíðum

Robert Mc.Birnie við fyrsta eintakinum av bókini, har hann á yvir 300 blaðsíðum fortelur sína lívssøgu

Robert Mc.Birnie við fyrsta eintakinum av bókini, har hann á yvir 300 blaðsíðum fortelur sína lívssøgu

2023-10-30 17:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókin hevur verið ávegis í fleiri ár, men ikki fyrr enn í vár varð av álvara farið undir arbeiði, og nú er komið á mál. Tað er Hilmar Jan Hansen, ið hevur ført pennin, nú Robert Mc.Birnie við sínum framúr góðu frásøguevnum sigur sína lívssøgu.

Tað byrjaði í Sørvági, har Robert varð borin í heim 1. novembur í 1943 sum krígsbarn. Hetta hevur tó ikki darvað lívsleið hansara, ið hevur merkt av sangi, tónleiki, undirhaldi og so einum longum lívi sum skúlalærari.

Hetta er søgan um eitt langt og gott lív við nógvum upplivingum, og ikki minst søgan um eina mammu, ið var framskygd og umhyggin, so hon frá fyrsta degi kundi geva barni sínum alt tað besta, ið bara ein mamma kann geva.

Kemur út í dag
Eisini er hetta søgan um pápan, ið ongantíð gjørdist ein virkin partur av lívinum og gerandisdegnum, men sum altíð hevur verið har og hvørki er duldur ella gloymdur. Og so er hetta søgan um at finna sínar røtur og at leggja brikkarnar í lívsins puslispæli upp á pláss.

Síðst, men ikki minst, er hetta søgan um alt hitt, sum er hent á longu lívsleiðini, bæði familju, lívsstarv, sang, tónleik, undirhald og alt møguligt aftrat. Søgan um Robert er ikki keðilig, og í støðum kann vera stutt millum látur og tár.

Bókin, sum stutt og greitt eitur ROBERT, er komin í bókabúðirnar kring landið í dag. Í næstum verður skipað fyri serligum útgávutiltøkum í Havn, Sørvági, Runavík og í Vági, umframt møguliga aðrastaðni við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder