Mikudagin 8. juni vitjar íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson Norðurlandahúsið. Tá verður høvi at hoyra hann lesa upp úr egnum verkum og samrøða við Martin Nær, ið hevur týtt yrkingasavnið „Til rætta viðkomandi“ til føroyskt.
Í hesum sambandi verður eisini upplestur við Beinir Bergssyni, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Tóru Tóroddsdóttir, umframt eitt tónleikainnslag við Guðrið Hansdóttir.
Um Einar Már kann sigast, at hann er ein av fremstu rithøvundunum í Íslandi og ritverk hansara eru nógv lisin í Íslandi og uttanlands. Hann hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína ritlist í Íslandi og uttanlands, t.d. bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna „Englar alheimsins“ í 1995 og íslendsku bókmentavirðislønina í 2015 fyri skaldsøguna „Hundadagar“.
Nøkur av hansara ritverkum hava verið týdd til føroyskt, m.a. yrkingasavnið „Til þeirra sem málið varðar“, sum Martin Næs hevur týtt til føroyskt. Martin Næs hevur týtt nógv ritverk úr íslendskum til føroyskt og hansara týðingar av yrkingunum hjá Einari Már vísa, at hann hevur gott innlit í huglagið og hugaheimin hjá rithøvundanum, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Det er Aðalkonsulát Íslands, ið stílar fyri tiltakinum, sum er ókeypis. Tó er tilmelding neyðug, og kann tað gerast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald