Uttanlands

Bolivia: Myndugleikarnir lagt hald á nærum níggju tons av kokaini

Mett verður, at rúsevnini høvdu eitt søluvirði á 1,5 milliardir krónur í Bolivia

Rúsevnini vórðu funnin millum gólvflísar í einum lastbili (Mynd: Reuters)

Rúsevnini vórðu funnin millum gólvflísar í einum lastbili (Mynd: Reuters)

2024-01-07 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin boðaðu myndugleikarnir í suðuramerikanska landinum Bolivia frá, at teir høvdu lagt hald á eina metstóra nøgd av rúsevnum.

Talan var um 8,7 tons av kokaini, sum varð funnið millum gólvflísar í einum lastbili. Hetta var í býnum Oruro í vestara parti av landinum.

Mett verður, at rúsevnini høvdu eitt søluvirði á 224 milliónir dollarar, ið svarar til 1,5 milliardir krónur, í Bolivia. Í Evropa hevði prísurin verið nærum tvífaldaður, og hildið verður, at ætlanin var at flyta rúsevnini til Hollands, skrivar Ritzau.

Einki verður sagt um, hvussu myndugleikarnir funnu fram til hesa stóru nøgd av ólógligum rúsevnum, men fýra persónar eru handtiknir í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder