Amerikanska forsetavalið í november er seinasti møguleikin hjá USA at sleppa undan sera skaðiligum avleiðingum av forsetatíðini hjá Donald Trump.
Tað sigur fyrrverandi trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, John Bolton í samrøðu við ABC News. Samrøðan var gjørd í sambandi við útgávuni av bók hansara um tíðina í Hvítu Húsunum. Bókin, sum verður givin út í morgin, inniheldur fleiri tyngjandi upplýsingar um Trump.
John Bolton sigur seg vóna, at Trump kemur at standa í søgubókunum sum ein forseti, ið bert fekk eitt valskeið í Hvítu Húsunum og ikki sum ein, ið sendi landið í ein negativan spiral, sum tað ikki bar til at sleppa burturúr.
Hóast Bolton sjálvur stuðlar republikanska flokkinum, sum Trump eisini er limur í, stuðlar hann ikki núverandi forsetanum, sum hann ikki metir vera "ein konservativur republikanari".
– Tað ber til at koma aftur eftir einum valskeiði. Tað haldi eg, hóast ein konservativur republikanari kanska ikki verður valdur í november. Tvey valskeið, tí stúri eg meira fyri, sigur hann.
John Bolton sigur, sambært Ritzau, at hann hvørki ætlar at atkvøða fyri Trump ella Biden í november. Í staðin ætlar hann sær at finna ein konservativan republikanara at atkvøða fyri, sigur hann.
Les eisini: Dómari vísir aftur royndini hjá Trump at steðga bókini hjá Bolton
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald