![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í síðstu viku vórðu 91 metrar boraðir av Sandoyrartunnlinum. Sostatt eru tilsamans 3.444 metrar av 10.785 metrum boraðir, svarandi til 32 prosent.
Sostatt kann sigast við vissu – næstan – at um eina viku hava tey borað minst ein triðing av Sandoyrartunnlinum, 33,3 prosent. Næstan, tí eitt sindur av óvissu er um, hvussu tiltøkini í sambandi við koronasmittuna fara at ávirka arbeiðið í løtuni, skriva Eysturoyar- og sandoyartunlar á heimasíðuni, sum hvørja viku hevur dagføringar yvir, hvussu arbeiðið gongur framá.
Úr Traðardali í Sandoynni vórðu 33 metrar umframt eitt vendipláss boraðir í síðstu viku. Har eru tey komin 1.869 metrar inn, og arbeiða nú á 28 metra dýpi, hóast eitt fitt petti er eftir, áðrenn tey koma áraka sjóvarmálan.
Úr Gomlurætt eru tey nú við at koma inn undir Kirkjubøhólm. Her vórðu 58 metrar boraðir í farnu viku, so tey eru komin 1.575 metrar inn og arbeiða 66 metrar undir vatnskorpuni.
Boriarbeiðið í Traðardali byrjaði 1. juli í fjør, úr Gomlurætt 19. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald