
18. apríl var borgarafundur hildin í Kollafirði, og týskvøldið 29. august klokkan 18.30 verður uppfylgjandi fundur, sum kollfirðingar skipa fyri í skúlanum í Kollafirði.
Áleið 300 fólk møttu, og fleiri enn 100 fólk fylgdu við á stroymingini av fundinum í apríl, og eisini var kommunan væl umboðað av politikkarum og embætisfólki.
Fleiri evni vóru á skrá, men tað var eitt evni, sum upptók kollfirðingar meira enn nakað annað: Demografiska vanlukkan í Kollafirði. Støðan er so mikið álvarsom, at um vend skal koma í, má Kollafjørður uppraðfestast alt fyri eitt, siga fyriskiparar av borgarafundinum í tíðindaskrivi.
– Ímeðan metstórur fólkavøkstur er í Føroyum, sum sæst í øllum kommunum og bygdum rundan um Kollafjørð, minkar fólkatalið í Kollafirði. Tølini fyri Kollafjørð kunnu best sammetast við útjaðaratøl.
– Borgarar í Kollafirði hildu seg ikki aftur við at vísa sína misnøgd á fundinum 18. apríl og vístu á misrøktina av eini heilari bygd, sum nú stendur fyri hóttafalli. Sum býararkitekturin í Tórshavnar kommunu á fundinum vísti á, snýr kommunuætlanin fyri Kollafjørð seg einamest um landbúnaðarvirksemi, havnavirksemi og vinnufyritøkur. Altso hevur fokus ikki verið á trivnaðin og bústaðarmøguleikarnar hjá fólki, sum býr í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum.
Eftir seinasta borgarafund eru framvegis nógvir ósvaraðir spurningar og ongar ítøkiligar langtíðarætlanir, sum kunnu venda gongdini, siga fyriskipararnir, sum vóna, at møtt verður fjølment til borgarafundin.
– Ungir kollfirðingar og barnafamiljur hava ikki havt møguleika at búseta seg í heimbygdini, hóast tey ynskja tað. Hesi hava í staðin, í fleiri áratíggju, búsett seg í grannabygdunum, og hetta sæst týðiliga aftur í hagtølunum hjá Hagstovu Føroya.
Paradoksal fólkaminking í miðdeplinum.
Gongd í fólkatalinum í tíðarskeiðunum, undan og eftir, Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu. Kelda Hagstova Føroya.
– Við søguliga stórum fólkavøkstri í landinum er tað paradoksalt, at ein fólkaminking er í miðdeplinum av Føroyum. Enntá í størsta forstaði til høvuðstaðin og størstu bygd í Tórshavnar kommunu, skriva fyriskipararnir.
Víst verður m.a. á, at barnatalið á talið á ungum í Kollafirði er í stórari afturgongd, meðan eldra ættarliðið er vaksandi.
– Tað er ábyrgdin hjá Tórshavnar kommunu at røkja økið og tryggja bygdafólkinum, sum mynda bygdina, framtíðarmøguleikar í heimbygd síni. Tá eftirspurningurin eftir grundstykkjum er stórur í miðstaðarøkinum, og grannabygdirnar hava góð úrslit at vísa á, er tað undrunarvert, at Tórshavnar kommuna letur skattaborgarar, ímóti sínum vilja, búseta seg í grannakommununum.
Sum tølini í tabellini niðanfyri vísa, so er í aldursbólkinum 0 – 9 ár er staðfest ein minking á 15% í Kollafirði samanborið við 2001, eftir at Kollafjørður kom uppí Tórshavnar kommunu. Hetta sama tíðarskeið vaks hesin aldurbólkur við 4% í Tórshavn og heili 39% á Strondum, sum er ein samanberilig bygd. Í aldursbólkinum 10 – 19 ár minkaði fólkatalið í Kollafirði við 15%, meðan hesin aldursbólkur vaks við 3% í øllum Føroyum og við 17% í Tórshavn. Í aldursbólkinum 20-29 ár er sama mynstur galdandi. Í Kollafirði er ein afturgongd á 12%, ímeðan tað á Strondum er ein øking á 23% í fólkatalinum og 18% øking í Tórshavn.
Børn og fólk í burðardyggum aldri eru vorðin burtur í einari av størstu bygdunum á Streymoynni, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók, meðan bygdirnar norðanfyri Eysturoyartunnilin, grannabygdirnar í Sundalagnum og vestanfyri eru vaksnar nógv somu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald