Innanlands

Tvøroyar kommuna hevði inntøkur fyri 111,9 milliónir krónur í 2025

Samlaða rakstrarúrsltið var eitt undirskot á 410.000, men úrslitið var munandi betri enn væntað, og býráðið fegnast um gongdina

– Roknskapurin fyri 2025 vísir, at Tvøroyrar kommuna framvegis hevur eina sunna og haldføra fíggjarliga støðu. Inntøkurnar eru veksandi, skuldarbyrðan er framvegis lág í mun til álíkningina, og kommunan hevur samstundis megnað at fremja neyðugar íløgur kring alla kommununa

– Roknskapurin fyri 2025 vísir, at Tvøroyrar kommuna framvegis hevur eina sunna og haldføra fíggjarliga støðu. Inntøkurnar eru veksandi, skuldarbyrðan er framvegis lág í mun til álíkningina, og kommunan hevur samstundis megnað at fremja neyðugar íløgur kring alla kommununa

2026-06-11 12:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Býráðið í Tvøroyrar kommunu samtykti á býráðsfundi í dag einmælt ársroknskapin fyri 2025.

Roknskapurin vísir eina framhaldandi góða fíggjarliga gongd hjá kommununi. Samlaðu inntøkurnar vóru 111,9 mió. kr., meðan samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 88,8 mió. kr. Rakstrar-, løgu- og lánsúrslitið (RLÚ) gav eitt úrslit á -410 tkr., sum er munandi minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri árið.

Skattainntøkurnar vóru tilsamans 111,9 mió. kr., svarandi til ein vøkstur á umleið 8,2 mió. kr. ella góð 8% samanborið við 2024. Kommunuskatturin gav 78,2 mió. kr., skattur av eftirlønarinngjøldum 25,6 mió. kr., felagsskatturin 3,5 mió. kr., meðan flytingar vegna DIS, FAS og frádráttir vóru 4,6 mió. kr. Vøksturin í skattainntøkunum vísir, at virksemið og inntøkugrundarlagið í kommununi framvegis mennast jaliga.

Fíggjarstøðan hjá kommununi er framvegis sterk. Við árslok 2025 vóru samlaðu ognirnar 28,3 mió. kr., og tøkur peningur var 19,3 mió. kr. samanborið við 9,1 mió. kr. árið fyri.

Í sambandi við íløgurnar í 2025 tók kommunan upp lán fyri 14,5 mió. kr., meðan 3,4 mió. kr. vórðu afturgoldnar av verandi lánum. Samlaða langfreistaða skuldin var við árslok 57,1 mió. kr. Nettoskuldin svaraði tó bert til 33% av einari álíkning, sum er væl undir skuldarmarkinum hjá kommunum. 

Á løgusíðuni hevur kommunan í 2025 nýtt 20,2 mió. kr. Størstu íløgurnar vóru gjørdar innan røkt av fastognum, í vegakervið, fólkaskúlaøkið og havnaøkið. Millum størstu einstøku íløgurnar vóru arbeiði framd á kommunalum bygningum og fastognum fyri 6,3 mió. kr., vegagerð og vegaviðlíkahald fyri 3,8 mió. kr., dagføringar á fólkaskúlaøkinum fyri 3,3 mió. kr. og útbyggingar og dagføringar á havnaøkinum fyri 2,1 mió. kr.

Grannskoðarin hevur góðkent ársroknskapin og staðfest, at roknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av ognum, skyldum og fíggjarligu støðu kommununnar.

Býráðið fegnast um úrslitið:

Roknskapurin fyri 2025 vísir, at Tvøroyrar kommuna framvegis hevur eina sunna og haldføra fíggjarliga støðu. Inntøkurnar eru veksandi, skuldarbyrðan er framvegis lág í mun til álíkningina, og kommunan hevur samstundis megnað at fremja neyðugar íløgur kring alla kommununa. Hetta gevur eitt gott grundarlag undir víðari menning av Tvøroyri, dagføring av bygningum og ognum hjá kommununi og menning av teimum tænastum, sum kommunan veitir borgarum og vitjandi.

Býráðið samtykti eisini at halda fram við P/F JANUAR Grannskoðanarvirki sum grannskoðara hjá Tvøroyrar kommunu.

Ársroknskapurin kann lesast her

Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder