Týskvøldið 19. mars verður viðkomandi borgarafundur um framtíðina hjá ungdóminum í Eysturkommunu.
Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari í dag.
Fundurin verður hildin í sambandi við, at ein arbeiðsbólkur hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild í Eysturkommunu.
Les eisini: Eysturkommuna góðar fortryetir fyri at skapa egna framhaldsdeild
Fortreytin fyri at ætlanin eydnast er, at kommunan er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild. Hetta verður sagt í niðurstøðuni hjá arbeisbólkinum, sum í heyst varð settur at kanna møguleikan. Í niðurstøðuni er bjartskygni um møguleikan.
Á borgarafundinum í næstu viku verður frágreiðing frá arbeiðsbólkinum løgd fram, so borgarar fáa innlit í málið og hava møguleika at seta spurningar og kjakast um skúlaskap og møguliga framhaldsdeild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald