2024-07-24 09:06
Í seinastuni hava fleiri fólk enn vanligt í Leirvík stríðst við búkilsku. Orsøkin hevur ikki verið greið, men hongur hon sannlíkt saman við drekkivatninum í bygdini.
Eysturkommuna kom í gjár við áheitan á borgarar um at kóka vatnið.
Hetta er vegna trupulleikar á reinsiskipanini, sum man nú hevur varnast. Hetta skal fáast í rættlag, áðrenn vatnið er heilt gott at nýta.
Lýst verður tá hetta er komið í rættlag aftur, skrivar eysturkommuna.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald